Í kappingini kanst tú vinna ein HP Sprocket photo prentara, virði 1.100 kr. Luttøka krevur, at tú fyllir út HP Prentstatus 2024 kanningina. Kappingin verður hildin í tíðarskeiðinum 15.10.2024 til 12.12.2024. Vinnarin verður funnin við lutakasti tann 19.12.2024 og fær beinleiðis boð. Les kappingartreytirnar niðanfyri.
Treytir og krøv
Kappingin er opin fyri øllum yvir 18 ár, búsitandi í Føroyum. Starvsfólk hjá Formula, HP Inc. ella teirra atknýttu fyritøkum kunnu ikki luttaka í kappingini.
Formula fer eftir kappingarenda at finna ein tilvildarligan vinnara millum allar luttakarar.
Vit seta okkum beinleiðis í samband við tann hepna vinnaran. Um Formula ikki fær svar frá vinnaranum innan 14 dagar eftir fráboðan, verður ein nýggjur vinnari funnin.
Vinningur
HP Sprocket photo prentara, virði 1.100 kr
Nýtsla av persónligum dátum Við at luttaka í hesi kapping, góðtekur tú, at tær upplýsingar, sum tú skrivar, verða skrásettar og varðveittar av Formula. Tær upplýsingar, sum verða givnar í samband við kappingina, verða bert brúktar til hetta endamál.
Formula er bundið at verja privatlívið hjá øllum luttakarum, m.a. við at tryggja, at allar upplýsingar verða varðveittar undir tryggum umstøðum. Dátur verða varðveittar so leingi, sum tað er saklig grund til tað, og tú hevur rætt til at fáa innlit í allar dátur, sum eru skrásettar um teg.
Um tú vilt hava innlit í persónligar upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við Formula umvegis telduposti: nm@formula.fo Tú kanst lesa meira um okkara viðgerð av persónligum upplýsingum á hesari síðuni.